Aftur í ár verður tað skipað fyri eini barnasangløtu í Kunoyar kirkju skíriskvøld kl.19.30. So líðandi er tað vorðin ein siður at hava slíka sangløtu fyri alla familjuna í Kunoy.
Tað verður nógvur sangur, og eisini fer barnakórið í KFUM og K í Klaksvík at luttaka til hesa løtu.
Hanus Simonsen, sum í løtuni er prestur við Vesturkirkjuna í Havn, kemur eisini at vera við. Hann kemur at hava bíbliusøguna.