Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldi hava saman lagt fram Løgtingsmál nr. 11/2009: Uppskot til samtyktar um at taka upp samráðingar um treytir fyri euro sum føroyskt gjaldoyra.
Flokkarnir vilja, at Løgtingið staðfestir, at avtalur og samstarv við ES um ítøkilig mál krevjast at røkja áhugamál Føroya, og at fleiri sambærlig lond, ið ikki eru limir í ES, nýta evruna, fleiri teirra við egnum myntum. Samstundis er altjóða handil alsamt meiri merktur av evruni – eisini handil við fiskavørum, sum eru og meginparturin av føroyskum útflutningi.
Út frá hesum halda flokkarnir, at løgtingið eigur at taka undir við, at samráðingar verða tiknar upp við Europeiska Samveldið og Europeiska Miðbankan um treytir fyri, at Føroyar fara at nýta evru sum gjaldoyra. Flokkarnir leggja dent á, fólkaatkvøða verður um eina møguliga gjaldoyraavtalu, áðrenn hon kemur í gildi.
Flokkarnir vilja við uppskotinum taka aftur í orðini hjá løgmanni, tá ið hann á ólavsøku 2009 segði at betri avtalur skulu gerast við ES um ítøkiligt samstarv at bøta um handilsviðurskiftini.. Júst hesir báðir tættir eru týðandi – Føroyar skulu gera avtalur og søkja samstarv við ES heldur enn at søkja limaskap; og Føroyar skulu hava síni ítøkilugu tjóðskaparligu áhugamál so sum økt útflutnignsvirði ella granskingarsamstarv fyri eyga.
Í løtuni eru 16 lond við í evruøkinum. Afturat teimum nýta fimm lond evruna sambært formligum avtalum, teirra millum Monaco og San Marino umframt oyggjalond sum Mayotte; seks lond nýta evruna uttan formligar avtalur, teirra millum Andorra og Kosovo og fleiri oyggjalond. Eisini eru minst ellivu gjaldoyru tengd at evruni.
Føroyska krónan er við tilknýti sínum til ta donsku óbeinleiðis knýtt at evruni, men við frávikum góð tvey prosent hvønn vegin í kursi. Vit hava sostatt vansarnar við evruni uttan til fulnar at fáa fyrimunirnar. Til ber ikki hjá keyparum og brúkarum beinleiðis at sammeta prísir, og til ber illa at stovna konti og lán í evrum. Stóri bágin er, at til ber illa at binda seg ov langt fram tí tíðina, tí óttin er altíð, at Danmark ikki megnar at halda krónu síni uppi, ella at Danmark velur at broyta politikk.
Ríkisrættarliga er greitt, at ymsar eindir kunnu knýta seg at evruni, til dømis nýta bretsku økini á Kýprus evruna, tó at Bretland ikki ger tað, og í næstum kann Ísland hugsast at fara at brúka evru – eisini sjálvt um limaskapur ikki verður veruleiki.
Til tess veruliga at vita heldur enn gita verður tí samtykt at fara undir samráðingar um treytir fyri evruni, treytir ið síðani verða at leggja fyri føroysku tjóðina.
Kári á Rógvi
Kristina Toftegaard Larsen
Høgni Hoydal
Tórbjørn Jacobsen