Ein afturvendandi setningur, sum mangan var at hoyra í sambandi við fullveldistilgongdina í farna valskeiði, var setningurin »øll kunning er góð«. Fólkið skuldi kunnast um ætlanirnar hjá landsstýrinum, og tað skuldu millum annað óheftir embætismenn syrgja fyri.
Vit fingu Hvítubók, Caragata álitið, tey sonevndu »Íslendsku tølini«, eina heimasíðu við kunnandi tilfari og ein alment fíggjaðan faldara frá samgonguflokkunum fingu vit eisini inn um hurðina. Men spurningurin sum altíð reisir seg er, hvussu óheft er tílík kunning.
Sannleikin í fleiri útgávum
Eg hoyrdi einaferð dømið um eitt fólkatingsval, har Sosialdemokratiski flokkurin hevði stóra framgongd. Nakað eftir valið varð ein veljarakanning gjørd, sum vísti, at Sosialdemokratarnir hildu støðuna. Tveir tíðindamenn skrivaðu hvør sína grein um veljarakanningina, har annar brúkti yvirskriftina »Sigurin er staðfestur«, meðan hin skrivaði »Framgongdin er steðgað«.
Hetta var kunningin, sum hesir báðir tíðindamenninir góvu sínum lesarum. Báðir skrivaðu teir um sama evni, og hvørgin skrivaði ósatt, men kortini fingu teir tvær søgur, sum ikki kundu samanberast.
Íslendsku tølini vóru fínpussaði
Tá ið eg taki hetta evnið upp, so er tað tí at eg fyri fáum vikum síðani var inni á heimasíðuni hjá landsstýrinum um fullveldi, fyri at leita eftir »Íslendsku tølunum« (um langtíðarárin av at ríkisveitingin fellur burtur). Eg fann tað, sum eg leitaði eftir, og printaði tað út.
Á veg inn á Skálafjørðin við Gomlu Ternu setti eg meg at lesa í tilfarinum. Tá sá eg, at rættingar vóru gjørdar í tekstinum á tann hátt, at upprunateksturin var yvirstrikaður, men kundi tó framvegis lesast, meðan nýggjur tekstur var settur ístaðin.
Hví hetta var lagt soleiðis út á heimasíðuna, veit eg ikki, men helst er talan um ein tekniskan feil, tí rættingarnar sóust ikki á telduskýggjanum, men bert á tí útprintaða tilfarinum.
Millum rættingarnar í tekstinum kunnu nevnast hesar yvirskriftirnar:
?»Vøkstur í skattatrýstinum« var broytt til »Skattatrýst«
?»Arbeiða meira ? vælferðin minni« var broytt til »Arbeiði og vælferð«
Um vit lesa innihaldið í tekstinum, so síggja vit skjótt, at yvirskriftirnar »Vøkstur í skattatrýstinum« og »Arbeiða meira - vælferðin minni« passa útmerkað til niðurstøðurnar í tilfarinum, so tað er ikki tí, at yvirskriftirnar eru broyttar. Nei heldur man talan vera um eina roynd at siga tingini við teimum røttu orðunum, soleiðis at kunningin passaði til ætlan landsstýrisins.
Politisk upplýsing
Tá fólkaatkvøða skuldi verða um fullveldisspurningin í mai 2001, hevði landsstýrið eitt lógaruppskot klárt, sum millum annað segði, hvussu peningur til politiska upplýsing í sambandi við fólkaatkvøðuna skuldi býtast ímillum flokkar og felagsskapir. Eftir tí uppskotinum skuldi meira stuðul latast til »ja-síðuna« enn til »nei-síðuna«.
Vit kunnu tí spyrja, hví fullveldisfólk skuldu kunnast meira enn sambandsfólk? Mær vitandi er eingin munur á, hvør av hesum pørtunum er tornæmari enn hin.
Jú víst eru føroyingar kunnaðir, og øll kunning er góð. Eitt samfelag og ein politisk skipan eiga altíð at tola, at fólkið fær innlit í samfelagslig- og politisk viðurskifti. Men spurningurin er, um vit nakrantíð í hesum landi fara at kunna kunna objektivt. ? Tað kláraði landsstýrið í hvussu so er ikki í sambandi við fullveldisætlanina.