Dálking
- Tað er ikki longur heilt vandaleyst at svimja í Sandagerði.
Tað boðar Tórshavnar Býráð frá í dag.
Sostatt mælir býráðið fólki til at ansa sær, áðrenn tey fara út í Sandagerð at dusa sær í góðveðrinum í summar.
Og í sjálvari Sandá og í Ósanum, verður beinleiðis mælt frá at svimja.
Elin Lindenskov, forkvinna Heilsu- og umhvørvisverndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at orsøkin til ávaringina er, at Helsufrøðiliga Starvsstovan hevur funnið ymsar bakteriur í ánni og í Òsanum.
Tað er í einum hyli omanfyri Eikina, at mælt verður frá at svimja, eins og tað heldur ikki er ráðiligt at fara útí í sjálvum ósanum.
Bæði í hylinum og í Ósanum er annars heilt vanligt at børn svimja og svansa í góðveðrinum.
Annars er tað vandaleyst at svimja longur úti á Sandagerði og í Sandagerðsvík, tí har er onki funnið.
Dálkað av kloakkvatni
Tað eru koliformar bakteriur og termotolerantar bakteriur, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur funnið ov nógv av í ánni og í ósanum.
Hetta eru bakteriur, ið liva í maganum á fólki.
- Vit mugu staðfesta, at tað er onkur kloakk, sum lekur út í ánna og í òsan við vatni úr septiktangum, sigur Elin Lindenskov.
Og tað kann elva til sjúku, serliga hjá smærri børnum, fáa tey dálkað vatn í seg.
- Tað er rættiliga nógv fólk í Sandagerði um summarið og tí hildu vit, at tað var rætt at binda um heilan fingur, sigur Elin Lindenskov.
Longu í fjør
Tað var longu í fjør, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan staðfesti og nógvar bakteriur í ánni og ósanum. Men ein kanning er ov lítið til at taka eina avgerð á. Og tá ið vit gjørdi eina kanning afturat, varð verkfall og tí spiltist kanningarnar.
Samstundis skal tað verða ein ávísur hiti í luftini, tá ið kanningarnar verða gjørdar og tí eru tær ikki gjørdar aftur, fyrrenn í ár.
Tað er helst kloakkir frá onkrum síðugøtum til Velbaðstaðvegin, sum eru farnar at leka.
- Onkrar lekar hava vit funnið og teir verða gjørdir. Tað, sum er kommunalt, ger kommunan og tað, sum er privat, hava eigararnir fingið boð um at gera ístand.
Men um allir lekar eru funnir, er ilt at siga.
Elin Lindenskov sigur, at fáa fólk, kanska serliga børn, bakteriur í seg, kunnu tey gerast magasjúk og tí hevur býráðið valt at binda um heilan fingur og ávara almenningin, til viðurskiftini eru fingin í rættlag aftur.
Nú verða so skelti sett upp úti í Sandagerði, sum siga frá, at mælt verður frá at svimja í ósanum.
Annars skulu áhaldandi kanningar gerast fyri at vita, hvussu gongdin er og fyri at staðfesta, um allir kloakklekarnir, eru funnir.
Og ið Sandagerð er reint aftur, verður boðað frá, beinanvegin, sigur forkvinnan í Heilsu- og umhvørvisnevndini.
Hinvegin sigur hon, at ongin vandi er fyri at drepa grind í Sandagerði, tí grindir verða dripnar longur úti og tað verður heldur ikki skorið upp í Sandagerði.