Kunnu verða sjúk av at eta hesi sløgini av breyði

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú móti fýra sløgum av breyði

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar nú fýra sløg av breyði, sum eru at fáa í føroyskum handlum. Orsøkin til afturkallingina, er, at breyðini eru skeivt merkt og tí kunnu fólk verða sjúk av at eta tey.

 

Talan er um griksk breyð, og kypriotisk breyð, og breyðini, talan er um, eru hesi:

- Mini ægte græsk fladbrød fuldkorn, sum eru bedst fyri 18. november i 2017.

- Ægte cypriotisk pocket brød, klassisk, sum eru best fyri 28. oktober og best fyri 3. november.

- Ægte græsk fladbrød fuldkorn, sum eru best fyri 30. oktober og best fyri 6. november.

- Ægte græsk fladbrød klassisk, sum eru best fyri 30. oktobber og best fyri 6. november og best fyri 13. november.

 

Orsøkin til at breyðini eru afturkallað, er at summum pakkum stendur, nakað av af sesam, soya og »madder«. Men tað er skeiv merking, tí ístðaðin fyri »madder« skal tað standa »nødder«.

 

Og tað merkir, at fólk, ið eru ovurviðkvæm fyri nøtum, kunnu verða sjúk av at eta tey. Og tí heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk, sum hava keypt hesi breyðini, um at tveita tey burtur, ella at lata handlinum, haðani tey eru keypt, tey aftur.