– Vit sita nú og royna at leggja puslispælið, so vit fáa brodera okkum ígjøgnum avbjóðingarnar, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.
Verkfall er lýst frá á midnátt hjá arbeiðarafeløgum, men av tí at tað er avmarkað, hvussu nógvar limir arbeiðarafeløgini hava hjá Vága Floghavn, so verður ávirkanin eisini avmarkað, sigur Regin I. Jakobsen.
– Tað snýr seg um ein 10-12 fólk, sum eru fevnd av verkfallinum. Og tí kann tað ávirka á tann hátgt, at tað verða longri røðir, sigur hann.
– Vit hava til dømis tvær linjur opnar í Security viðhvørt, tað fer helst ikki at bera til, sigur hann.
Tí er vandi fyri seinkingum, men verkfallið steðgar ikki flogferðsluni.
##med2##
Tað eru tvær treytir fyri, at starvsfólk kunnu fara í verkfall. Onnur er, at talan er um sáttmálaøkið hjá í hesum føri arbeiðarafeløgunum, og hin er at starvsfólkið er limur í fakfelagnum. Men av tí at fólk hava organisatiónsfrælsi, so nýtast tey ikki at verða limur í fakfelag. Tað stendur teimum púra frítt.
Arbeiðsgevarar vita, hvørjir limir eru limur í fakfelag, tí tað eru vanliga arbeiðsgevarar, sum flyta limagjaldið til fakfelagið.












