Kunnu vænta hægri rentu

Mánakvøldið hækkaði amerikanski tjóðbankin rentuna. Hetta var tann sjeynda hækkingin síðani seinasta summar, men vit kunnu vænta uppaftur fleiri.

Tað kom ikki óvart á nakran, at amerikanska rentan hækkaði nú, og hækkingin, sum Alan Greenspan kunngjørdi mánakvøldið, var sum væntað 0,25 prosentstig. Sostatt er amerikanska rentan nú 2,75 prosent ella umleið eitt prosentstig oman fyri meðalrentuna í Evropa.

Amerikanski tjóðbankin hevur boðað frá, at hann er til reiðar at hækka rentuna uppaftur meiri, um tað er neyðugt fyri at tálma inflasjónini. Bankin sigur, at sum er er ikki vandi fyri ov stórari inflasjón, men at trýstið er vaksið í seinastuni, og tí er tað væl hugsandi, at rentan hækkar aftur um stutta tíð.