Kunnu vænta eitt brak

- Fólk kunna vænta eitt brak av einum ótrúligum spennandi kvøldi, har seytjan FMA virðislønir verða handaðar og tíggju bólkar framføra. Tað verður spennandi og feitt kvøld.


Tað sigur Barbara Holm, annar av vertunum, tá FMA 2017 fer av bakkastokki í kvøld.


Av teimum seytjan virðislønunum er tað serliga ein handan, ið hon gleðir seg til.


- Tað er altíð ein kenslulig løta, tá ársins heiður verður latin. Hann verður ikki latin fyri avrik í 2016, men er eitt herðaklapp fyri eitt lívslangt íkast til tónleikin. Tað er nokk mín yndisvirðisløn, tí tað er rørandi og stórt, at man kann vera við til at heiðra onkran, ið hevur brúkt sítt lív upp á tónleikin, sigur Barbara Holm.


Ein munur á ársins tiltaki frá í fjør er, at ongar virðislønir verða latnar í folk/country/blues bólkinum. Men tað er ein góð grund til tað, vísir Barbara Holm á.


- Føroyski tónleikapallurin hevur broytt seg eitt sindur síðsta árið. Av tí, at tað hevur verið so lítið givið út innan folk/country/blues bólkin, so er tað í ár lagt undir opna bólkin, greiðir Barbara Holm frá.