Kunnu tryggja sær góðan vinning

Tað kann loysa seg, um Noreg megnar at spæla seg heilt fram til finaluna.

Norska manslandsliðið í hondbólti hevur skrivað søgu, nú tað á fyrsta sinni hevur eydnast at spæla seg fram til hálvfinaluna í einum HM-endaspæli.


Noreg vann 1/8-finaluna 34-24 ímóti Makedonia, og í fjórðingsfinaluni týskvøldið vann Noreg 31-28 ímóti Ungarn.


Longu nú hava leikararnir í norska hópinum tryggjað sær ein vinning. Í ringasta føri, um Noreg endar nummar fýra, fáa leikararnir 10.000 krónur í part.


Bronsuheiðursmerkini geva 28.000 krónur, silvur gevur 40.000 og gullvinnararnir fáa 60.000 krónur í part.


Noreg spælir hálvfinaluna ímóti Kroatia í annaðkvøld kl.19.45. Hin hálvfinalan verður í kvøld kl.20.00, har vertslandið Frakland dystast ímóti Slovenia.