Kunnu útrudda HIV innan tíggju ár

Við álítandi kanningum og góðari viðgerð ber tað til at beina fyri virusinum, sum elvir til eyðkvæmi

Heimsheilsustovnurin WHO er bjartskygdur um bardagan ímóti eyðkvæmi. Í einari nýggjari frágreiðing skrivar stovnurin, at útrokningar vísa, at tað ber til at vinna bardagan - á pappírinum í hvussu er. Í frágreiðingini, sum er prentað í teirri seinastu útgávuni av tíðarritinum The Lancet, vilja leiðandi granskarar vera við, at tað ber til at útrudda HIV-virusið innan tíggju ár.

Frágreiðingin byggir á royndir í Suðurafrika og Malawi, har læknar hava kannað fólk á hvørjum ári og givið teimum, sum vístu seg at hava smittuna, heilivág. Hetta saman við øðrum átøkum so sum upplýsing um fyribyrging hevur gjørt, at talið á nýggjum HIV-tilburðum er minkað 95 prosent tey seinastu 10 árini.

WHO sigur, at verður framferðin í Suðurafrika og Malawi brúkt um allan heimin, verður talið á teimum, sum doyggja av eyðkvæmi, minni enn fýra milliónir um árið innan 2050. Í løtuni er talið 8,7 milliónir.

Men hesi átøk eru dýr. WHO sigur, at skal sama framferð brúkast um allan heimin, verður kostnaðurin knappar 25 milliardir krónur um árið.