Kunnu stýringsheimildir latast til ES, kunnu tær eisini latast til Føroyara

Malan Johansen
Sjálvstýrisflokkurin
????
EU-grundlógin er samtykt í ES og skal nú góðkennast av limalondunum. Sum tað sær út, hevur Danmark eina positiva støðutakan yvirfyri ES-grundlógini. Hetta fær avleiðingar fyri Føroyar.
Ein samtykt av ES-grundlógini kann merkja, at Danmark letur yvir málsøki, sum til dømis gjaldoyraviðurskifti og uttanríkismál til ES at stjórna. Hetta eru mál, sum sambært heimastýrislógini ikki kunnu yvirtakast ella tað vit kalla ríkismál.
Havi ringt við at ímynda mær at føroyingar ganga við til at avgerðir, um føroysk málsøki verða latnar upp í hendurnar á politikarum í Brússel. Avgerðirnar skulu takast í Føroyum.
Men kann Danmark lata hesi ?ríkismál? til ES at stýra, so kann Danmark eisini lata tey til føroyingar at stýra.
Uppgávan hjá mær sum fólktatingsumboð verður tí at tryggja, at tey málsøki, sum Danmark sína vegna letur til ES at stýra, á sama hátt vera latin til Føroyar at stýra, vegna Føroyar. Hetta kann antin vera gjørt við at føroyinar yvirtaka málsøkið, ella við at Føroyar í praksis yvirtaka stýringina - sum til dømis føroyingar hava, tá tað kemur til fiskiveiðusamráðingar.