Kunnu spara sær ómakin

Andstøðan í løgtinginum vil ikki verða hildin fyri spott

Vandi er nú fyri, at andstøðan í Løgtinginum fer at boykotta ætlanina hjá samgonguni at nýskipa fiskivinnuna.

 

Løgmaður, og aðrir limir í samgonguni hava fleiri ferðir víst á, hvussu stóran týdning tað hevur, at andstøðan er við í arbeiðnum at nýskipa fiskivinnuna. 

Hetta er neyðugt fyri fáa trygd fyri, at allir flokkar taka undir við nýskipanini, so at hon ikki verður broytt í heilum og skapar ótryggar karmar fyri fiskivinnuna.

 

Men arbeiðið hevur ligið steindeytt og eingin fundur hevur verið um ætlanina í hálvtannað ár.

Og nú hevur samgongan boðað frá, at hon skal fyrst finna semju innanhýsis og so verður málið lagt fyri andstøðuna.

Men í løgtinginum í morgun hevur andstøðan gjørt púra greitt, at so væl spælir klaverið ikki.

 

Bæði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum Poul Michelsen, formaður í Framsókn og Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, gjørdu nevniliga allir tríggir púra greitt, at so kann samgongan spara sær ómakin at leggja málið fyri andstøðuna.

 

Teir fýra gera púra greitt, at andstøðan ætlar sær ikki at vera við í nøkrum arbeiði at nýskipa fiskivinnuna undir slíkum treytum, tí so fær andstøðan onga ávirkan á nýskipanina.

Fær andstøðan ikki ein veruligan møguleika at ávirka arbeiði, verður hon heldur ikki við yvirhøvur.

At senda boð eftir andstøðuni, tá ið samgongan er liðug, er bara upp á kvamsvís og tað er andstøðan ikki við til.

 

Aksel V. Johannesen leggur somuleiðis dent á, at andstøðan fer ikki at føla seg bundin at eini nýskipan, sum samgongan ger einsamøll, og Kári P. Højgaard staðfestir, at ætlanin hjá samgonguni er at halda andstøðuna fyri spott.