Luksemburg vann nevnliga 3-0 á Liktenstein í dag. Hóast munurin í settum var greiður, so var talan um sera javnan dyst, har settúrslitini vóru 26-24, 25-23 og 25-22.
Sigurin hjá Luksemburg gevur føroysku kvinnunum gyltan møguleika í kvøld. Vinna okkara kvinnur á Liktenstein, er munurin niður til næsta liðið nevnvnliga somikið stórur, at tað bert er Luksemburg, sum kann enda framman fyri okkara. Og tá tvey lið sleppa víðari, kunnu okkara altso longu staðfesta sína støðu í kvøld.
Dysturin móti Liktenstein byrjar klokkan 19.30.