Kunnu sleppa undan at rinda kringvarpsgjald

Yngri miðnámsskúlanæmingar, sum búgva einsamallir, kunnu nú søkja Kringvarpið um at sleppa undan at rinda kringvarpsgjald. Tað er ein sannroynd, at nakrir miðnámsskúlanæmingar noyðast at flyta heimanífrá, Hjá hesum er neyðugt at gista á útbúgvingarstaðnum , tað veri seg á næmingaheimi, í kamari ella í leigaðari íbúð.

- Eg haldi ikki, at tað er rímiligt, at ein miðnámsskúlanæmingur, sum býr einsamallur, skal rinda kringvarpsgjald, hóast hann á pappírinum er sjálvstøðug húski og átti at rinda, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.

Tí hevur hon broytt kunngerðina, so at miðnámsskúlanæmingur, ið býr einsamallur, kann søkja Kringvarp Føroya um at sleppa frá kringvarpsgjaldinnum, men treytin er, at hann ikki er fyltur 22 ár, tá ið skúlagongdin byrjar.

Studni metir, at millum 200 og 250 miðnámsskúlanæmingar lúka treytirnar fyri at kunna verða frítiknir fyri at rinda kringvarpsgjald.