Loysa grønlendsku politikararnir ikki trupulleikarnar við svongum børnum, kann tað kosta teimum niðurskurð í blokkinum Konservativi Fólkaflokkurin í Danmark vil hava Fólkatingið at seta búskaparlig tiltøk í verk ímóti grønlendska heimastýrinum, um heimastýrið ikki loysir trupulleikarnar við børnum, sum fáa ov lítið at eta.
Poul Ørum Jørgensen, sum er talsmaður hjá teimum konservativu í málum viðvíkjandi Grønlandi, sigur við Berlingske Tidende, at Fólkatingið eigur at skerja tann árliga blokkin, um teir grønlendsku politikararnir ikki loysa trupulleikarnar.
Poul Ørum Jørgensen fer so langt sum at siga, at eftir hansara tykki eiga danir at umhugsa at steðga allari ríkisveitingini til Grønlands, verður málið ikki loyst.