Kunnu sita 10 dagar

Teir báðir Greenpeace-menninir, sum sita í einum hylki undir boripallinum Leiv Eiriksson fyri at forða pallinum at bora við Vesturgrønland, verða ætlandi sitandi har fleiri dagar afturat. Sambært einum talsmanni hjá Greenpeace hava menninir mat og aðra útgerð til minst 10 dagar.