Kunnu síggja oyggjaleikirnar á stórskíggja

OYL 15: Á Jersey verður gjørt nógv burturúr fyri, at øll kunnu fylgja við oyggjaleikunum

Á Jersey gera tey nógv burturúr, at almenningurin á Jersey skal kunnu fylgja við á oyggjaleikunum.

 

Eitt átak vertirnir eru farnir í holt við er at seta stórskíggjar upp har nógv fólk savnast, so hesi fáa høvið at síggja oyggjaleikirnar á stórskíggjum.

 

Tað eru alt ov fá atgongumerki til svimjikappingarnar o.a. kappingar á oyggjaleikunum, og tí vilja fyrireikararnir, at fólk fáa høvið at síggja oyggjaleikirnar og fylgja við tí, sum fer fram.