Kunnu seta upp lýsingar

VÁGAR Feløgini, ið brúka ítróttarhøllina á Giljanesi fáa nú møguleika at útvega sær eyka inntøkur til raksturin.

Hetta hendir at Sandavágs Ítróttarfelag og hini feløgini, ið brúka høllini settu fram ynski um at seta upp lýsingar her.
Málið var fyri á bygdaráðsfundi í farnu viku, og har varð samtykt at geva teimum loyvi til hetta. Bæði mentanarnevndin og fíggjarnevndin viðmæltu hesi ætlanini.
Ein reglugerð skal nú gerast fyri hesum við at umboð fyri mentanarnevndina, feløgini og húsavørðum seta seg saman at tosa um hetta.