Grikska stjórnin hevur nú fingið eitt heldur óvanligt uppskot um, hvussu hon kann loysa ta stóru búskaparkreppuna, sum landið er í. Uppskotið, sum kemur frá tveimum týskum politikarum, mælir stjórnini til at selja nakrar av teimum nógvu oyggjunum, sum Grikkaland eigur.
Í samrøðu við blaðið Bild vísa Josef Schlarmann og Frank Schaeffler á, at Grikkaland eigur umleið 6.000 oyggjar, men at bara 227 teirra eru bygdar.
Bild væntar tó ikki, at hugskotið hjá teimum báðum samgongutingmonnunum fær undirtøku í Griklalandi.