Nú ber til at søkja um at fáa afturrindað útreiðslur av parkeringbótum, tú hevur fingið fyri ólógliga parkering í parkeringssonuni í Gundadali í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 til 15. september 2023.
Hetta skrivar Tóshavnar kommuna á torshavn.fo.
Saman við kravdum upplýsingum, so sum navn og kontonummar, skal umsøkjari viðfesta bótina og kvittan fyri, at bótin er goldin. Ber ikki til at finna upprunaligu bótina, mást tú útvega tær nýggja útskrift av bótini frá løgregluni.
Umsóknin má vera kommununi í hendi í seinasta lagi 5. januar 2024, skrivar torshavn.fo, og har er eisini er leinki til talgilt umsóknarblað.