Nú verða reglurnar fyri, hvussu nógvar tollftríar sigarettir, og tollfrítt øl, fólk kunnu keypa við sær til Føroya, broyttar
Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at hetta er fyri at fáa reglurnar í Føroyum at líkjast reglunum í okkara grannalondum.
Í staðin fyri rúsdrekka, kunnu ferðandi nú ístaðin taka 10 litrar av øli við sær til Føroya, tollfrítt.
- Tey, sum taka av hesum mnøguleika, fáa minni av reinum alkoholi burtur úr. Í grannalondum okkara, Danmark og Íslandi, er ásett, at tann, sum ikki keypur rúsdrekka tollfrítt, kann afturfyri taka meira av veikaru sløgunum.
- Í Danmark kann mann, í staðin fyri ein litur av rúsdrekka taka tveir litrar av heitvíni, fýra litrar av borðvíni og 16 litrar av øli.
Í Íslandi kunnu fólk taka 12 litrar av øli ístaðin fyri ein litur av rúsdrekka, ein litur av víni og seks litrar av øli.
Ferðavinnufelagið hevur eisini heitt á myndugleikarnar um at broyta reglurnar um, at tað er bera loyvt at taka fimm pakkar av sigarettum við sær til Føroya tollfrítt.
Felagið sigur, at hetta verða øgiliga ringt at skilja hjá ferðafólki, og tað kemur meira enn so fyri, at tey villast í reglunum, og enda við at flyta sigarettir til Føroya, ólógliga, uttan at geva sær far um tað.
- Samstundis kemur tað meira enn so fyri, at ferðafólk verða steðgað í tollinum og skulu rinda stóra bót fyri sítt misttak, sigur Ferðavinnufelagið.
Tí verða reglurnar nú broyttar, soleiðis ferðafólk kunnu taka 10 pakkar av sigarettum ella eitt kartong, við sær til landið, og tað er tað sama, sum varð galdandi áður, tað varð skert niður í fimm pakkar.









