Framyvir ber til hjá føroyskum fyritøkum at útflyta fisk til ísraelska marknaðin. Tað boðar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.
Tað er Heilsufrøðiliga starvsstovan, ið hevur fingið eina avtalu í lag við Food Control Services í Ísrael, ið ger at nú er latið upp fyri, at føroyskur fiskur kann útflytast til Ísraels.
Í tíðindaskrivinum verður víst á, at Føroyar fyrr hevur havt handilslig samband við Ísrael.
- Seinnu árini hava Føroyar havt nakað av útflutningi til Ísraels. Men í 2013 broyttu myndugleikarnir í Ísrael mannagongdir, og setti fram krav um serstakar heilsuváttanir. Síðani tá hevur eingin útflutningur verið úr Føroyum til Ísrael. Vinnan hevur ynskt at fingið hesi viðurskifti í lag, tí møguleiki er fyri øktum handli. Serliga er tað laksur og saltfiskur, sum hevur áhuga.
Tann trupulleikin er nú loystur, og myndugleikarnir í báðum londunum hava funnið eina semju um heilsuváttanina, sum skal brúkast til henda útflutning.
- Fríar ræsir og atgongd til ymisku marknaðar úti í heimi er avgerandi fyri, at vinnan kann fáa sum mest burturúr. Heilsufrøðiligar avtalur eru lykilin og fortreytin fyri, at føroyskar fiskavørur kunnu sleppa inn á útlendskar marknaðir. Landsstýrið hevur raðfest at fáa í lag heilsufrøðiligar avtalur, og økta játtanin til Starvsstovuna er oyramerkt til hetta arbeiðið, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.










