Kunnu nýta vakmyndatól

- Tað er ikki í ansøgn við persónsupplýsingarlógina at vakmyndatól verða sett upp á serligum støðum so sum í Klubbagarðinum ella í Steinatúni, sigur Annika Olsen. Tað verður mangan havt á máli millum løgreglufólk og ákærar, at ynskiligt hevði verið um løgregla og ákæruvald ? og í summum førum eisini verjar ? kundu nýtt myndir frá vakmyndatóli sum hjálp í uppkláringararbeiði ella í rættinum.

Vanliga fatanin hevur verið hon, at hetta ikki er loyvt sambært persónsupplýsingarlógini, men Annika Olsen, landsstýriskvinna í lógarmálum, sigur, at sambært Dátueftirlitinum er tað ikki í ansøgn við nevndu lóg.

- Um vakmyndatólið er sett upp á einum stað, har tað verður mett alment gagnligt, og ein myndugleiki, sum til dømis løgreglan, hevur eftirlit við tí, so fer Dátueftirlitið ikki at frámæla slíkari uppsetan, sigur Annika Olsen.

Tað er púra vanligt í londunum rundan um okkum, at vakmyndatól eru uppsett og verða nýtt í sambandi við brotsverk, og eisini inni í tokunum hjá DBS eru vakmyndatól sett upp.

Men hóast møguleikin er til staðar, hevur løgreglan ongar ítøkiligar ætlanir um at seta vakmyndatól upp í til dømis Klubbagarðinum ella í Steinatúni, har flestu harðskapsmál fara fram.

- Vit hava ongar ætlanir í løtuni, men vit hava tað við í okkara umhugsingum, sigur Karen Marie Olesen.