Flakatrolararnir hava nú fingið loyvi at fara í Irmingarhavið eftir kongafiski.
Føroyska kvotan er í ár 1857 tons. Av hesum eru 108 tons flutt frá kvotuni í fjør.
Kvotan verður býtt millum fýra trolarar Enniberg, Gadus, Vesturvón og Ran. Talan er um eginkvotu, tað vil siga at skipini fáa tillutað hvør sín fjórðing av kvotuni, 464 tons í part.
Loyvini vórðu útskrivað úr Fiskimálaráðnum fríggjadagin, og hava skipini tí nú møguleika at fara í altjóða sjógv í Irmingarhavinum at royna eftir kongafiski.










