Kunnu missa rentustuðl

Sethúsaeigarar, sum raka loftið fyri rentustuðul, verða ikki kunnaðir um hetta av skattamyndugleikunum. Skal loftið hækkast, skal hetta gerast innan árslok

Rentustuðul


Tað kann koma illa við hjá sethúsaeigarum, um tey raka loftið fyri rentustuðuli í desember mánaði.

Skipanin við rentustuðli er hátta soleiðis, at í útgangsstøði verður stuðul veittur fyri rentuútreiðslur upp til 60.000 kr. um árið. T.v.s. prosentpartin av hesum tali.

Um so er, at árligu rentuútreiðslurnar av lánum, sum ganga undir stuðulsreglurnar, eru hægri enn 60.000 kr. um árið, ber til at søkja um at hækka markið upp í 120.000 kr. Ein hækkan, ið aloftast er avgreiðslumál hjá Toll- og Skattstovuni.


Søkjast innan árslok

Trupulleikin við hesum er, at skal loftið hækkast upp í 120.000 kr., er neyðugt, at søkt verður um hetta innan árslok. Verður umsóknin latin eftir árslok, ber ikki til at ganga henni á møti.

Dánjal Joensen, deildarleðari í Sparikassanum, sigur, at hetta kann koma illa við hjá teimum, sum raka loftið seinasta mánaðin í árinum.

Rentustuðulin verður nevnliga útgoldin lántakaranum 30. desember. Sostatt verður lántakarin kanska ikki varugur við manglandi rentustuðulin fyrr enn fyrst í januar mánaði, og tá er longu ov seint at søkja.

Dánjal Joensen heldur tað vera sera óheppið, at Toll- og Skattstovan onga fráboðanarskyldu hevur hesum viðvíkjandi, men at skipanin bert strikar stuðulin uttan víðari.

- Í Sparikassanum hava vit roynt at funnið tey lán fram, sum eru upprættað í ár, fyri at kanna, um hesi eru um at raka - ella hava rakt ? rentuloftið, soleiðis at kundin kann lata neyðugu umsóknarbløðini inn rættstundis.

- Hetta er tó eingin trygd hjá øllum lántakarunum, og í seinasta enda er tað lántakarin, sum stendur við ábyrgdini fyri, at hetta verður gjørt, sigur Dánjal Joensen.


Upp móti milliónini

Sostatt munnu hyggjuráðini vera at lántakarar sjálvir kanna eftir, hvussu nógv tey fáa útgoldið í rentustuðuli. Er henda upphædd í ár á leið 2.400 um mánaðin ella hægri, verður loftið allar helst rakt innan árslok, og so er neyðugt at senda umsóknarblað inn. Henda upphædd svarar á leið til eitt lán upp á góðar 900.000 kr.

Verður hetta ikki gjørt innan árslok, fellur rætturin til rentustuðul burtur, og kann hetta merkja, at januar mánaði verður somu 2.400 kr. ? ella meira ? fátækari at koma ígjøgnum.