Kunnu læra nógv av venjingini

At brandbilurin koyrdi útav var eitt gott íkast til venjingina, sigur venjingarleiðarin.

- Tað er sjálvandi keðiligt, at brandbilurin koyrir útav, men í eini venjing er hatta sera góður lærdómur, sigur Jákup Haraldsen, sum var leiðari av tilbúgvingarvenjingini Tjaldur 2018.

 

Tilbúgvingarvenjingin skuldi ímynda, at eitt flogfar hjá Atlantsflog datt niður beint eystan fyri flogbreytina, móti vatninum. 138 ferðafólk vóru við flogfarinum.

- Av teimum vóru 19 dukkur, so vit høvdu 119 statistar við í spælinum, sigur Jákup Haraldsen.

 

Les eisini Brandbilurin koyrdi útav

 

- Eg haldi, at venjingin gekk væl. Hetta var ein sera realistisk venjing, haldi eg. Her vóru sera nógv læringspunkt. Eini 400 fólk eru við í venjingini, so tað er nógv at halda skil á og nógv samskifti, sum skal ganga væl. Men sum heild eri eg væl nøgdur, sigur hann.

 

Venjingin fekk eina heldur trilvandi byrjan, tá eini brandbilurin hjá Vága Floghavn koyrdi út av vegnum og stóð fastur í móruni, longu áðrenn hann kom til fyrsta eldin.

- Hatta er sjálvandi sera óheppið hjá bilføraranum og sløkkiliðsleiðaranum, men fyri venjingina er hatta sera gott. Hatta er sjálvandi nakað, sum fer at koma við í eftirmetingini av venjingini, sigur Jákup Haraldsen.

 

Millum teir 400 luttakararnar vóru eygleiðarar úr ymiskum av luttakandi pørtunum og útlendsk vitjandi. Hesi fara nú undir at skriva eina eftirmeting av kanningini, sum skal vera liðug 3. desember, sambært venjingarleiðaranum.