Fundur er annaðhvørt ár millum leiðararnar í bretsku oyggjasamfeløgunum, Uttaru Hebridunum, Orkney oyggjunum, Hetlandi og Føroyum, og í ár hevur fundurin verið í Føroyum.
Hinir oyggjaleiðararnir eru Sandy Cluness úr Hetlandi, Stephen Hagan úr Orkney og Alex MacDonald frá Comhairle nan Eilean Siar, ella Uttaru Hebridunum.
Allir tríggir hildu seg hava fingið nógv burtur úr vitjanini, og serliga var sambandið – ella vantandi sambandið – millum oyggjasamfeløgini umrøtt.
Sandy Cluness helt tað vera spell, at hvørki Smyril Line ella Atlantsflog røkja samband millum Føroyar og Hetland, men han nevndi, at ein møguleiki var, at Larkin Air, ið framman undan hevur flogrutu millum Orkney, Skotland, Hetland og Noregi, kundi knýtt Føroyar upp í rutusambandið.
Eisini umboðini fyri Uttaru Hebridurnar og fyri Orkney hildu, at meiri átti at verikð gjørt við at knýra samfeløgini saman við ferðasambandi.
- Eg haldi, at tað hevði komið ferðavinnuni væl við, bæði í Orkney og í Føroyum, um samband var oyggjanna millum. Hóast vit bæði eru oyggjalond, eru vit so ógvuliga ymisk, og hava tí nógv at bjóða hvørjum øðrum á ferðavinnuøkinum, segði Stephen Hagan.
Hann heldur, at fólk úr oyggjasamfeløgum ofta ynskja at vitja onnur oyggjasamfeløg, og at eitt ferðasamband millum Orkney og Føroyar tí kundi verið ein fyrimunur fyri bæði oyggjasamfeløgini.
- Men sjálvandi mátti ferðakostnaðurin verið á einum rímiligum støði, segði Stephen Hagan.
Breiðband
Tað, sum tóktist at hava stóra ávirkan á teir tríggjar oyggjaleiðararnar, vóru fyrst og fremst samferðslukervið í Føroyum, og so tað, at vit hava eitt so skjótt internetsamband.
- Serliga internetsambandið hjá tykkum er sera skjótt í mun til tað, vit kunnu fáa heima hjá okkum. Her í Føroyum er sambandið tíggju ferðir so skjótt, sum heima hjá okkum, so har er heilt vist eitt øki, ið vit kunnu samstarva um, segði Sandy Cluness úr Hetlandi.
Hinvegin helt hann, at fara føroyinga at finna olju, so hava hetlendingar meiri enn 30 ára royndir á tí økinum, og kunnu tí læra føroyingar eitt og annað.
- Vit hava lært nógv á ferðini til Føroya, og vit hava vitjað á fleiri fyritøkum, sum kunnu geva okkum íblástur og lærdóm, og vitjanin á NORA gav okkum týdningarmikla vitan, segði Sandy Cluness.
Innan sjóorku er Orkney rættiliga frammaliga í royndum við streymi og alduorku, og tað er avgjørt nakað, ið føroyingar við tíðini kunnu gera nýtslu av.
- Eg haldi, at vit framvegis kunnu læra nógv av hvørjum ørðum, og eg haldi, at fundirnir okkara millum saktans kundu verið títtari enn annaðhvørt ár, segði Stephen Hagan.
Tættari samband
Teir tríggir leiðararnir vóru eisini hugtiknir av okkara infrastrukturi.
- Tit hava jú ógvuliga góðar vegir, tit hava tunlar og undirsjóvartunlar, og hava í heila tikið sera gott samferðslukervi, sigur Stephen Hagan.
Hann heldur tað tó vera spell, at samferðslukervið einans røkkur innanlands.
Tit hava ikki nakað sterkt samband við umheimin, og tað haldi eg er ein veikleiki fyri tykkum, sigur Stephen Hagan.
Tey trý umboðini fyri Hetland, Orkney og Uttaru Hebridurnar komu til Føroya sunnudagin, og tey fóru avstað aftur í gjár. Og tey harmast øll um, at tað skal verða so trupult at sleppa úr teirra oyggjum til Føroya.
- Eg fór úr Hetlandi til Skotland og haðani til Keypmannahavnar. 12 tímar seinni sat eg so í flogfarinum á veg til Føroya og fleyg yvir Hetlandi, og tað er jú ein rættiligur umvegus, segði Sandy Cluness.
Allir fundarluttakararnir vóru á einum máli um, at teir skuldu gera sítt til, at betra um luft- og sjóvegis sambandið millum oyggjasamfeløgini, og løgmaður nevndi enntá møguleikan við stuðli av onkrum slag, so oyggjarnar kundu knýtast tættari saman.
- So er sjálvandi ein spurningur um, hvørt tíðin er hin rætta at tosa stuðul, men vit hava nógv at læra hvør av øðrum, og tað er einki at ivast í, at samband oyggjarnar millum hevði verið ein stórur fyrimunur, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður.










