Kunnu læra nógv av føroyingum

Nú børnini eru blivin vaksin, hevur belgiska lærarinnan Claire Vanderhaeghen fingið tíð til at njóta lívið og ferðast víða um, millum annað til Føroya. Heimlandið Belgia er eitt land í tvíningum, og flamska lærarinnan heldur, at Belgiar kunnu læra nógv av føroyingum

Claire Vanderhaeghen er 55 ára gomul, úr flamska partinum í Belgia og útbúgvin lærarinna. Hon hevur tískil longri summarferiu enn tey flestu, og nú børnini hjá henni eru blivin vaksin, nýtir hon summarferiunar til at ferðast í. Í ár valdi hon at leggja leiðina til Føroya, her hon hevur verið í fýra vikur. Orsøkin, til at hon valdi at koma júst til Føroya, er at hon føldi seg drigna at oyggjunum. Hon hevði lisið onkrar bøkur um Føroyar, og hesar vaktu hennara áhuga. Tískil valdi hon at í ár skuldi hon leggja leiðina framvið oyggjunum í útnorðuri.


Heimlandið í tvíningum

Flest øll vita at høvuðsstaðurin í Belgia eitur Brússel, og at har liggur eisini ES høvuðsborgin. Tískil er Belgia mitt í hjartanum á tí trygga og støðuga Evropa. Har man eingin slingur vera í valsinum halda tey flestu. Men so er ikki. Belgia er sett saman av trimum landslutum, einum flamskum landsluti, har tey tosa niðurlendskt, einum fronskum landsluti, har tey tosa franskt og til seinast er ein høvuðsstaðar-landslutur, har tey tosa bæði niðurlendskt og franskt. At enda er ein lítil partur í vestara parti av Belgia, har tey tosa týskt, men sum tó hoyrir undir franska landslutin. Belgiar hava tískil ikki nakað mál, tey kunnu kalla sítt egna.

Ósemja hevur í mong ár verið um, hvør framtíðin hjá Belgia skuldi verða, hvørt tey skulu halda fram sum eitt land, ella um tey skulu lata seg leggja undir Frakland, og nú er støðan vorðin so spent, at ikki hevur verið gjørligt at skipa stjórn eftir seinasta tjóðartingsval. Landið, sum liggur mitt í Evropa, hevur ligið í stjórnarloysi síðan tíðliga í vár, og satt at siga er landið nú veruliga farið í tvíningar.


Kunnu læra nógv av føroyingum

Í fýra vikur fjakkaði Claire Vanderhaeghen runt um í Føroyum, uttan nakað fast mál og uttan nakra fasta tíðarætlan. Hon hevur tískil havt tíð til at tikið partar av mentanini til sín, og eftir hennara tykki kunnu belgiar læra sera nógv av føroyingum og okkara søgu.

- Eitt tað fyrsta eg legði merki til her, er at fólk eru sera gestablíð. Fólk eru sera vinarlig og eru altíð til reiðar at rætta eina hjálpandi hond. Harafturat hava tit eina ríka søgu tá tað kemur til málið, nakað vit belgiar kunnu læra nógv av. Heima í Belgia er júst málið eitt av stóru stríðsmálunum, har tað í Føroyum er blivið eitt fylkingarmerki eftir at føroyskt varð viðurkent sum alment mál. Tykkara søgu kundu vit belgiar tikið til okkum og áttu at hugt nærri at henni. Vit kundu lært nógv av tykkum føroyingum, greiðir Claire Vanderhaeghen frá, havandi spentu støðuna í heimlandinum í huga.


Føroyar eitt spennandi ferðamál

Hesar fýra vikurnar Claire Vanderhaeghen hevur verið í Føroyum, er tað ikki bert málið og mentanina hon hevur bitið merki í. Hon er nú vorðin 55 ár, og ætlar at steðga sum lærarinna. Tíðina framyvir ætlar hon at brúka til at taka sær av ommubørnunum og til at ferðast í. Og hon kann, eftir øllum at døma, bara mæla øllum til at royna at fara til Føroya.

- Her er sera vakurt, og mær dámar væl at vera her. Tað er sera hent, at næstan øll duga so væl enskt, sum tey gera. Tað er ikki nakað, tú møtir í øllum evropeiskum londum. Maturin her er góður, og serliga fiskurin má roynast. Tó er fiskurin nokso ringur at fáa fatur á, í mun til hvussu nógv føroyingar fiska. Og um nakað skal vera at seta fingurin á, so er tað at bussskráin ikki er serliga ferðafólkavinarlig. Men burtursæð frá tí, so er hetta eitt paradís at koma til, sigur Claire Vanderhaeghen at enda.