Í dag fer eitt kirkjuting í í London at gera av, um kvinnur skulu hava rætt til at vera biskupar í ensku kirkjuni. Fyri 20 árum síðani góðkendi enska kirkjan, at kvinnur kundu vera prestar, og í dag skulu 470 umboð úr øllum landinum so taka støðu til, um tær eisini kunnu vera biskupar.
Erkabiskupurin í Canterbury, Rowan Williams (myndin), tekur undir við, at kvinnur fáa rætt til at vera biskupar, men tað er ikki semja um spurningin.
Seinasta fríggjadag prentaði blaðið Times eitt skjal frá 325 prestum og biskupum, sum mæltu kirkjutinginum frá at góðtaka kvinnur sum biskupar. Men teir fingu svar, tí sunnudagin hevði blaðið Independent eitt tilsvarandi skjal, har meiri enn 1.000 prestar og biskupar tóku undir við, at kvinnur kunnu vera biskupar.
Samblært Times er spenningur um úrslitið av kirkjutinginum í dag, tí har stendur næstan á jøvnum millum ja og nei, skrivar blaðið.









