Kunnu krevja pening frá ferðafólki

- Mykinesmenn hava fulla heimild at krevja gjald frá fólki, ið vilja út í Mykineshólm, sigur Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni.

 

- Tað er soleiðis, at lógarásetti rætturin at ferðast í fjøllunum í Føroyum er bara eftir gomlu bygdagøtunum, sum vóru millum bygdir. Har hevur einhvør loyvi at ganga. Skalt tú uttan um gøtuna, niðan á ein fjallatind ella annað, mást tú hava loyvi frá teimum, sum umsita jørðina, sigur hann.

 

Nú hevur tað verið heldur lagaligt, hvussu fólk hava tulkað hesar reglurnar og fólk hava havt frælsi at ferðast, sum tey vilja.

- Men skal lógin tulkast bókstaviliga, so er tað bara á sjálvum gøtunum, at fólk hava frælsi at ganga. Gøtan út í hólmin í Mykinesi er ikki ein slík almenn bygdagøta. Hon er ein gongurás, gjørd fyri at fólkini úti á vitanum skuldu sleppa heim í bygdina og er ikki ein almenn farleið. Tì er full heimild til at gera, sum Mykinesfólk hava gjørt, sigur hann.

 

Hann greiðir frá, at Búnaðarstovan, Bóndafelagið og Óðalsfelagið í heyst sendu Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum eitt skriv um hetta, í samband við at ráðið orðar ein politikk á økinum.

- Eg veit, at í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum eru tey ósamd við okkum. Tey vilja vera við, at frælsi er at ganga allastaðni, so eg vænti, at niðurstøðan í frágreiðingini verður, at ósemja er um tulkingina á økinum, sigur hann.

 

- Vit eru greitt av teirri fatan, at skalt tú ferðast úti í fjøllunum uttan fyri gomlu bygdagøturnar, skalt tú hava loyvi frá honum, sum eigur ella umsitur jørðina. Og tá má viðkomandi eisini hava rætt at áseta eitt gjald fyri at loyva fólki inn á sína jørð, sigur stjórin á Búnaðarstovuni.