Kunnu koyra av Blómubrekku á Villingardalsvegin

Um stutta tíð verður koyrandi um Blómubrekku frá Sundsvegnum yvir á Villingardalsvegin í Havn.

 

Líka síðani Villingardalsvegurin og Sundsvegurin í Havn vórðu bundir saman umvegis vegin Undir Brúnni fyri eini 30 árum síðani hevur tað verið einasta farleið ímillum hesa vegir. Nakað av ferðslu er eftir Vegnum Langa í Hoyvík og Óluvugøtu, sum fer niðan um vegin Undir Brúnni og oman eftir Villingardalsvegnum. Hendan ferðslan kann í framtíðini fara úr rundkoyringini við Blómubrekku og beina leið yvir á Villingardalsvegin.

 

Um næstum fer Fjarhitafelagið at leggja rørleiðing av Berjabrekku og yvir í Villingardalsvegin. Tá verður vegurin samstundis gjørdu og bundin í Villingardalsvegin.

 

Fjarhitafelagið fer at grava rørleiðing í vestaru síðu á Villingardalsvegnum, og er tað leiðingin, sum skal oman í Gundadal, til Tórsvøl, Svimjihøllini, Høllina á Hálsi og BankNordik – og út í Marknagil til Glasir.