Kunnu illa bíða í fleiri ár

Fyrsta dagin fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at leggja ymisk uppskot fyri samgonguna um, hvussu eitt nýtt havrannsóknarskip kann fíggjast.

Hann sigur, at umsitingin í Fiskimamálaráðnum er í ferð við at snikka ymsar loysnir saman, sum verða lagdar fyri samgonguna ein av fyrstu døgunum.

Samgongan hevur ikki givið rúm fyri einum nýggjum skipið á fíggjarlógini hesi næstu árini, men landsstýrismaðurin heldur, at tað ber illa til at bíða í fleiri ár, tí Magnus Heinason er í so ringum standi.

Tí roynir hann at finna aðrar fíggingarhættir fyri at sleppa undan at bíða til 2017-2018 eftir einum nýggjum havrannsóknarskipi, tí Magnus Heinason heldur neyvan til tá.

Ein máti, hann umhugsar, er at gera avtalu við eitt privat felag, sum kann byggja og reka skipið, men so kann landskassin rinda tað aftur eftir eitt ávíst áramál.

Hann ásannar kortini, at tað eru ymsar meiningar um ein slíkan fíggingarhátt.

Summi føra fram, at hetta kann vera ein glíðibreyt, sum kann vera vandamikil, tí skulu fleiri íløgur fíggjast umvegis vanliga raksturin á fíggjarlógini, kann tað enda heilt galið.