- Hetta er ikki tíðin at leggja øktar byrðar á borgarar, fyritøkur og skattafíggjaðar stovnar, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Umboðsráðsfundurin hjá SEV tók í dag undir við Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, sum skjeyt upp, at stýrið fer at endurskoða fíggjarætlanin, so el-prísurin ikki verður hækkaður. Sambært fíggjarætlanini hjá SEV skuldi prísurin hækka við 15 oyrum fyri kilowatt-tíman.
- Eg havi stórt forstáilsi fyri ynskinum hjá SEV um at økja inntøkur sínar, tí sum eg skilji støðuna, vísir roknskapurin eitt hall. Hinvegin er hetta ikki tíðin til at leggja øktar byrðar á borgarar, fyritøkur og skattafíggjaðar stovnar. Búskapurin er í afturgongd ella stagnatión, og tí hava vit í okkara kommunu eitt nú gjørt alt fyri at borgarar og fyritøkur skulu merkja sum minst av fíggjarligum trýsti frá okkum, segði Heðin Mortensen m. a. á fundinum.
Hann hevði tí ilt við at góðtaka, at SEV nú vil økja trýstið á kommunurnar og borgararnar.
- 15 oyru pr. kilowattíma er rættiliga nógv hjá einari miðal føroyskari familju at rinda eyka í krepputíð - einar túsund krónur um árið. Vit skulu eisini minnast til, at vit ? umboðandi arbeiðsgevararnar ? hjá øllum almentsettum beint nú sita í sáttmálasamráðingum og halda aftur allan vøkstur í lønum, tí fíggjarætlanirnar hjá okkum ikki halda til ein vøkstur yvirhøvur. Men hetta áleggur okkum eisini skyldur mótvegis øllum teimum mongu familjunum, um ikki at taka við aðrari hondini meðan við halda aftur við hinari. Almenni arbeiðsgevarin kann illa loyva sær at hækka almenn gjøld ? úr rúgvuni kann eg nevna barnsburðagjald, oljuavgjald, avgjald á disel o.s.fr., og nú eisini elprísirnar, og samstundis halda aftur í lønini, sigur Heðin Mortensen.