Kunnu ikki lækka skattin

Vestmanna: Á seinasta bygdaráðsfundi sínum var fíggjarætlanin fyri komandi ár einmælt samtykt. Roknað verður við 34,6 milliónum í skatti.

Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til slakar 28,3 mió krónur, í mun 28, 1 mió í 2011. Skattir og tílíkt eru mettir til 34,6 milliónir krónur, í mun til 34,5 mió í 2011.

Íløgurnar komandi ár verða 8,2 mió krónur, meðan tær í fjør vóru 10 mió.

- Næstan allar íløgurnar fara til røktarheimið, verður sagt úr Vestmanna kommunu

Skattaprosentið í Vestmanna er óbroytt næsta ár – 23 prosent. Sum skilst var ætlanin helst at lækka skattaprosentið, men bar hetta ikki til.

Orsøkin til hetta er hin einfalda, at sambært avtalu við Fíggjarmálaráðið kann kommunan ikki lækka tað, fyrr enn kommunuskuldin er komin undir eina álíkning.

Barnafrádrátturin er óbroyttur - 4.000 krónur fyri hvørt barnið.