Kunnu ikki geva byggiloyvi

Tað verður mælt frá at geva byggiloyvi til fyriliggjandi umsókn allan vegin ígjøgnum. Og tað byggir á fleiri ymisk viðurskifti. Men tað er kortini eingin umbering fyri, at viðgerðin hevur tikið alt ov langa tíð, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri

Teir eru ósamdir í flestu lutum í málinum um byggiloyvi til skivstovubygning, Gullak Madsen, umsøkjari, og Heðin Mortensen, borgarstjóri. Men í einum eru teir samdir: Viðgerðin av málinum hevur tikið alt ov langa tíð.

Sosialurin hevur viðgjørt hetta málið, og fyri at fáa rættiliga greiði á, hvat vendir upp og hvat vendir niður, hevur blaðið biðið um alment innlit í málinum.

Málið byrjar 12. juli 2007, tá J. P. Gregoriussen vegna Sp/f 25. seprember 1978 søkir býráðið um byggiloyvi til ein skrivstovubygning á matr. nr. 641 og 642a, Tórshavn. Hetta er við Skansavegin, eisini nevnt á Krákusteini.

Málið verður fyrstu ferð viðgjørt 4. august av millum øðrum tekniska stjóra og býararkitektinum. Í tilmælinum til Byggi- og býarskipanarnevndina siga teir báðir soleiðis:

»Tekniski stjórin og býararkitekturin mæla frá at ganga umsóknini á møti. Núverandi bygningar hava høgt og miðalhøgt varðveitingarvirði, tí ognirnar eru sera sjónligar frá Tinganesi og tá komið verður itl Havnar við skipi. Um nýgi skrivstovubygningurn verður loyvdur, hevur hetta við sær, at ein vælkend býarmynd hvørvur.

Eisini verður síst til almennu byggisamtyktina Kap. IV. §25. stk.9 ið ásetur, at hús skulu í sniði og útsjónd yvirhøvur vera soleiðis, at tey fella væl inn í lendi og grannalag«

14. januar 2008 samtykir Byggi- og býarskipanarnevndin, at beina málið sftur til umsitingina til nærri kanningar.

Umsitingin kemur til, at broytingin í grannalagnum verður so munandi, tá ein stórur skrivstovubygningur kemur í staðin fyri tvey vanlig sethús, at:

»Mælt verður til at heita á umsøkjaran um at koma við nýggjari byggiætlan, har bygningurin onkusvegna verður býttur í tveir partar og í sniði ikki skilir seg ov nógv úr grannalagnum«.

 

Ikki í miðlunum

Aftur 26. mars verður málið um byggiloyvi á Krákusteini viðgjørt, hesaferð av teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu. Har verður víst á eina røð av »feilum« í umsóknini. Fyri tað fyrsta verður mett, at tríggjar innkoyringar er ov mikið. Harnæst verður mett, at hóast talið av parkeringsplássum – 12 – lýkur krøvini í byggisamtyktini so verður sagt av royndum, at við støddini á bygninginum eigur talið á parkeringsplássum at verða 50. Bert eitt WC er á hvørjari hædd, sambært tekningunum, og tað er ov lítið.

Aftrat hesum verða nevnd ein røð av tekniskum lutum, ið ikki eru, sum teir eiga. Samanlagt sigur Tekniska deild:

»Mælt verður mælt frá, at lata byggiloyvi við støði í fyiliggjandi tilfari«.

Út frá tí tilfari, ið fyriliggur á málinum, er tað alt sum bendir á, at tilfarið ikki er nøktandi, eins og borgarstjórin hevur ført fram.

Men Heðin Mortensen er púra samdur við Gullak Madsen í einum: Hann ætlar sær heldur ikki at viðgera byggiloyvið á Krákusteini í fjølmiðlunum.

Heðin Mortensen sigur annars, at tað er rætt, at Gullak Madsen mótvegis sær persónliga hevur boðið kommununi, at keypa húsini á Krákusteini frá sær fyri sama prís, sum hann hevði útvegað sær tey fyri.

Heðin Mortensen segði seg annars ikki vita útveganarprísin, og tá blaðmaðurin nevndi ein prís á 10,5 milliónir krónur helt borgarstjórin, at tað neyvan er sannlíkt, at býráðið ynskir at nýta so nógvan pening til hetta endamálið.

Heðin Mortensen hevði annars ikki nakrar viðmerkingar til málið annað enn tað, at hann nú fer at syrgja fyri, at viðgerðirnar av byggimálum ikki frameftir skulu verða so drúgvar, sum tær hava verið í hesum førinum.