Í gjár bórust tíðindini um, at Kringvarp Føroya ikki fer at framleiða fótbóltsdystirnar hjá landsliðnum komandi tvær undankappingarnar. Tað verður altso ikki fyrr enn í fyrsta lagi í 2018, at Kringvarp Føroya aftur fær møguleikan at framleiða hesar sendingar.
Les eisini Kringvarpið sleppur ikki at framleiða landsdystir.
Beinleiðis sjónvarpanin av heimadystunum hjá føroyska landsliðnum eru allarhelst størsta sjónvarpsframleiðsla í landinum. Hesin møguleiki er altso nú gloppin Kringvarpinum av hondum.
Rás 2 fekk í gjár orð á Dia Midjord, kringvarpsstjóra.
- Vit fingu ikki loyvi frá UEFA at framleiða sendingarnar, millum annað tí at vit ikki kunnu veita HD góðsku, sigur Dia Midjord í samrøðuni.
Ein tílík framleiðsla krevur 14 HD-kykmyndatól í framleiðsluni, greiðir Dia Midjord frá, og tá er torført hjá Kringvarpinum at vera við í kappingini.
- Kringvarpið kann ikki gera alt við okkara fígging, og so er bara gott at privatir miðlar koma inn í myndina, sigur Dia Midjord.
Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Dia Midjord.