Kunnu ikki bara hugsa um ferðslutrygd

Nú skulu bilaverjurnar framvið vegnum broytast fyri at bøta um ferðslutrygdina


Landsverk fer nú at broyta bilaverjurnar framvið vegunum fyri at bøta um ferðslutrygdina.
Tað sigur hann í dag, eftir eitt ógvusligt ferðsluóhapp á Sundi í gjárkvøldið.
 

Les eisini: Bilur bóltaði oman av vegnum

Bilaverjan gongur niður í vegin og tá ið bilurin akkurát rakti í autoverjuna, har hon fer niður í vegin, virkaði hon sum ein rampa, sum sendi bilin upp í loft.
Í grein á in.fo í morgun, var funnist at soleiðis bilaverjan varð gjørd og staðfest varð, at hon varð beinleiðis lívshættislig har á staðnum, óhappið hendi.

 

Les eisini: Lívshættislig bilverja

 

Landsverk sigur, at arbeitt verður áhaldandi fyri at bøta um ferðslutrygdina á landsvegakervinum.  
Í hesum sambandi verður nágreiniliga fylgt við granskingini og rákinum á ferðslutrygdarøkinum í grannalondum okkara.
Tá ið ábøtur verða gjørdar í Føroyum, er sostatt um loysnir, sum eru royndar aðrastaðni, sigur Landsverk.

 

Landsverk sigur, at fyri 10 - 20 árum síðani stóð endin á bilverjunum beint út.
Hetta elvdi til okkurt álvarsligt ferðsluóhapp, tá bilar rendu í endan á bilverjuni.
Eftir hetta varð gjørt av at føra endan á bilverjuni á skák niður í vegjaðaran, so áðurnevndi vandi var burtur, skuldi óhapp hent.
Broytingin bar í sær, at skráin undir óhepnum umstøðum kann virka sum rampa, tá ið bilur við nógvari ferð rennur á endan á bilverjuni.
 


- Hildið varð, at hendan broytingin var munandi betri enn tað, sum var frammanundan og at fyrimunirnir vóru væl størri enn vansarnir.

Tá ið tað so kortini hava verið tilburðir, har hendan loysnin ikki altíð hevur verið nøktandi, verður bilverjan nú snarað burtur frá vegnum, sigur Landsverk.
- Talan kann vera um ymsar variantar av hesi loysnini, alt eftir hvussu umstøðurnar á hvørjum einstøkum staði eru.

 
Landsverk sigur, at í stóran mun fer hetta at verða gjørt, tá ið nýggjar bilverjur skulu settast upp, ella gamlar verða umvaldar.

 
Onkrastaðni er serlig pláta sett upp, sum sýgur stoytin í seg fyri at gera ein møguligan samanstoyt bleytari. 

Í greinini á In.fo í morgun verður somuleiðis víst á, at alt ov nógv hol eru í bilverjuni.
 
- Hesum eru vit á Landsverki samd í, tí best er at hava so samanhangandi bilverju, sum gjørligt.

 
- Men tíverri er eisini neyðugt at taka onnur atlit, eitt nú atgongd til seyðarættir, seyðarakstur, jarðarteigar og annað í hesum sambandi.

 

Nú í 2014 hevur Landsverk eina játtan á góðar 6 milliónir krónur til trygdartiltøk.

Av hesi játtan verður 800.000 brúktar til at tryggja síðuøki við bilverju, 200.000 krónur verða brúktar at gera rumlifoyrur, 1,6 milliónir verða brúktar at útvega trygdarútbúnað í smærru tunlarnar og 500.000 krónur verða brúktar at, dagføra skeltir fyri.
 
Harumframt verða 700.000 krónur brúktart bøta um og tryggja smærru bygdavegirnar og 500.000 krónur verða brúktar til at tryggja vegamót. Somuleiðis verða 1,4 milliónir brúktar til at seta ljós upp á serligum støðum og 300.000 krónur verða brúktar til samstarv við kommunur um ferðslutrygdarætlanir.

 

Síggj fleiri myndir við at trýsta HER