Norska løgreglan kannar nú, um tað kann hava verið ein drápsmaður afturat á Utøya, tí vitni halda seg vera sannførd um, at tveir mans skutu á oynni.
Ein 32 ára gamal maður er handtikin fyri bumbuálopið og skjótingina í Noregi í gjár, men løgreglan heldur, at hann kann hava havt ein hjálparmann.
Vitni á Utøya siga, at tey eru vís í, at tað var var meira enn ein skjútti á oynni, og løgreglan hevur fingið somu upplýsingar.
- Vit arbeiða miðvíst fyri at finna fram til, um tað var ein drápsmaður afturat á Utøya, sigur Einar Aas, politiinspektørur í Oslo.
Anders Behring Breivik, sum er tikin fyri skjótingina, var ljóshærdur, men fólk halda seg eisini hava sæð ein myrkhærdan mann skjóta á oynni.
Løgreglan sigur, at enn er tað ikki uppklárað, um tað vóru tveir skjúttar á Utøya. 84 fólk vóru dripin í skjótingini.