FlogferÐsla
Árni Joensen:
Stjórnin hjá Bush forseta var upprunaliga ímóti at loyva flogskiparunum at hava vápn við sær umborð á flogfarið, tí stjórnin bar ótta fyri, at tiltakið kundi fáa óhepnar avleiðingar fyri trygdina. Men nú senatið við stórum meiriluta hevur samtykt, at flogskipararnir skulu hava loyvi at taka vápn við sær til arbeiðis, hevur stjórnin valt at slaka.
Hvítu Húsini siga, at flogskipararnir sleppa at hava hondvápn hjá sær, men tey skulu goymast í einum skríni frammi í stýrihúsinum. Lagt verður afturat, at flogskipararnir fáa ikki loyvi at hava vápn hjá sær, fyrr enn teir hava verið til skjótivenjing.
Felagið hjá flogskiparunum hjá American Airlines tekur undir við hugskotinum um at lata flogskipararnar hava vápn umborð á flogfarinum. Ein talsmaður hjá felagnum heldur tað vera løgið, at stjórnin upprunaliga var ímóti at geva flogskiparunum vápnaloyvi, tí á hvørjum ári ferðast fleiri túsund vápnaðir løgreglumenn við teimum amerikansku flogførunum. Vit hava ikki hoyrt stjórnina tosa um, hvussu trygg hendan skipanin er, sigur talsmaðurin hjá flogskiparunum.
Flogfeløgini vilja ikki hava vápn umborð á flogførini. Leiðslurnar í 21 amerikanskum flogfeløgum royndu at fáa senatið at fella uppskotið. Í einum brævi til senatorarnar skrivaðu flogfeløgini m. a., at tað má sigast at vera løgið, at myndugleikarnir nýta milliardir dollarar til tess at forða fyri, at nakar sleppur umborð á eitt flogfar við vápnum, og at somu myndugleikar samstundis loyva drepandi vápnum í hesum somu flogførunum.
Myndugleikarnir hava roynt at sissa ferðafólk. M. a. er avgjørt, at hvør einasti av teimum umleið 85.000 amerikansku flogskiparunum skal kannast væl og virðiliga, áðrenn hann fær loyvi at hava vápn í flogfari sínum.