Kunnu gera um seg

Í seinasta dystinum í grundspælinum, vann Neistin ein sannførandi sigur á Tjaldrinum, og nú endaspælið fer av barkastokki um vikuskiftið, eru einans 2 stig upp til silvuplássið á stigatalvuni

Neistin-Tjaldur 26-15 (12-8)


Upprunaliga skuldi dysturin verið leiktur beint fyri jól, men við tað at koyrilíkindini vóru so vánalig ta ferðina, varð ógjørligt hjá tjaldursleikarunum at koma til Havnar, og varð dysturin tískil útsettur.

Fyrrakvøldið varð dysturin so endiliga leiktur, og kann endaliga støðan av grundspælinum sostatt gerast upp, áðrenn farið verður undir endaspælið.


Eingin ivi

Frammanundan mundi áhugin fyri dystinum ikki vera tann heilt stóri, og hetta sást eisini týðuliga aftur í lága áskoðaratalinum.

At áhugin var somikið lítil, er kanska heldur ikki so nógv at siga til, tí tað var skjott greitt, at styrkismunurin millum liðini bæði var rættuliga stórur.

Neistin legði seg beinanvegin fram um, og hóast útiliðið so dánt megnaði at fylgja við í fyrra hálvleiki, so var ongantíð nakar ivi um, hvar stigini fóru at enda.

Í seinna hálvleiki gjørdist munurin upp aftur meira sjónligur, og so hvørt, sum dysturin leið, tóktist hetta í alt størri mun at bera brá av at vera ein venjingardystur.

Neistaleikararir gjørdu snøgt sagt, sum teimum lysti, meðan leikararnir á útiliðnum tóktist missa mótið fullkomuliga.


Vánalig venjingarstøða

Tjaldur hevur sostatt tóman stigaposa, nú farið verður undir endaspælið, og hóast tær í onkrum av hinum dystunum hava verið nær við at fingið okkurt stigið, so vórðu tær stutt sagt avsmurdar í hesum dystinum.

Fleiri ferð hevur verið tikið til, at við tí hugburðin, sum tjaldursleikararnir hava sýnt á vøllinum, átti tað fyrr ella seinna at borið til at fingið stig. Mikukvøldið sást tó lítið til nakran stríðsvilja, og er ein av orsøkunum til hetta ivaleyst ein venjingarstøða, sum langt ífrá er nóg góð.

Gamaní, so er hópurin ikki serliga breiður, og tískil fáa leikararnir ikki tað hvíld, sum tær hava brúk fyri, men hinvegin var leikferðin ongantíð serliga høg.

Harumframt vórðu framd hópin av tekniskum villum, sum als ikki hoyra heima í fyrstudeildarhondbólti, og hesar villur førdu í nógvum førum við sær, at bláklæddu neistagenturnar fóru stunandi niðan í hin endan, har tær fleiri ferðir vóru einsamallar við Anniku Gregersen í tjaldursmálinum, sum lítið og einki kundi gera.

Annika mundi tó vera besti leikarin hjá Tjaldrinum henda dagin, men um restina av liðnum framhaldandi sýnir sama spæl, sum tær gjørdu mikukvøldið, fer stigaposin við vissu at vera eins lættur og nú, tá kappingarárið er av.


Komnar í gongd

Fyrstu umførini av kappingini gekst einki serligt hjá sigursvandu neistakvinnunum. So at siga einki riggaði, og við tað at fleiri skaðar eisini gjørdu um seg, hekk ein alt ov stór byrða á herðunum hjá nøkrum heilt fáum leikarum.

Seinni kom tó meira gongd á, og nú stigini verða skorin niður í helvt, eru einans tvey stig upp til Kyndil og VÍF, sum liggja jøvn á øðrum plássi á talvuni.

Sum nevnt, so hekk ov stór ábyrgd á einstøkum leikarum í byrjanini av kappingini, men hetta er av álvara broytt, nú farið verður undir endaspælið.

Størsti styrkurin er ivaleyst, at Neistin eftir nøkur umfør fekk fatur á einum rumenskum leikara. Í byrjanini var samskifti millum hesa og hinar leikararnar ikki nóg gott, men hetta er batna so hvørt, og verður rætt borið at, kann hetta vísa seg at gerast ein rættuligur fongur hjá Neistanum.

Harumframt er Katrin á Neystabø nú um at koma rættuliga fyri seg efitr skaðan hon fekk í fótinum, eins og Rúna Wardum so spakuliga er í holt við at vinna sær sessin aftur á liðnum.

Stríðsviljin hjá liðnum hevur eisini verið heilt góður í flestu dystunum, so møguleikarnir fyri eini endastøðu á einum heiðursmerkjaplássi mugu so avgjørt sigast at vera til staðar.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

Neistin:

Katrin á Neystabø 7 (1), Ileana Manolescu 6, Inga F. Danberg 4 (1), Gunnleyg Berg 3, Bjørg Patursson 2, Marjun Jógvansdóttir 2, Mildrid Jacobsen 2

Tjaldur:

Sunrid Gleðisheygg 7 (2), Oddvá Fossdalsá 3, Kristine Ellingsgaard 2, Mona Langgaard 1, Sonja Gleðisheygg 1, Hansa Mikkelsen

Brotskøst:

Neistin 5, Tjaldur 3

Útvísingar:

Neistin 3, Tjaldur 3

Dómarar úr Kyndli:

Ragnar Simonsen og Gunnar Gregoriusen