- Tað eru ábendingar um, at vit hava kappingarligar trupulleikar í Føroyum.
Hetta staðfestir Kappingarráðið í ársfrágreiðing síni, sum kom út nú um dagarnar.
Ein kanning er gjørd fyri Kappingareftirlitið, sum vísir, at prísstøðið í Føroyum er munandi hægri enn í Danmark, sum ananrs er dýrasta land í Evropa.
- Ein av orsøkunum til høga prísstøðið er uttan iva, at tað eru so fáir veitarar, heldur Kappinareftirlitið.
- Tá fáir veitarar eru á einum marknaði, er ofta bundinskapur millum einstøku veitararnar.
- Hetta merkir, at fyritøkurnar kunna eygleiða atferðina hjá kappingarneytum, og tigandi semja verður um ikki at kappast.
Kappingareftirlitið metir, at ringu tíðirnar og marknaðarbygnaðurin í Føroyum lættliga gevur gróðrarbotn fyri kappingaravmarkandi avtalum, herundir ólógligum avtalum millum fyritøkur, og misnýtslu av ráðandi støðu.
- Tað er tí av alstórum týdning, at Kappingareftirlitið hevur orku at gera marknaðarkanningar, fyri á tann hátt at finna fram til teir marknaðir, sum skulu kannast nærri.
Við hesi vitan kann Kappingarráðið royna mál um misnýtslu ella ólógligt samstarv og á tann hátt hava ávirkan á prísstøðið.
Myndin er heilt tilvildarlig úr savninum










