Hetta er eitt risa fet fyri Føroyar á grønu kósini, tí hetta svarar til eina sparing á eini 19.000 tons av olju. Tað sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt og nú eitt felag hjá Vindrøkt og Efoo hevur vunnið kappingina um at seta vindmyllur upp við Gellingarklett í Hoyvíkshaganun.
LES MEIRI HER: Nú er avgjørt hvør sleppur at seta vindmyllur upp í Hoyvíkshaganum
Nýggja vindmylluverkið við Gellingarklett fer at gera so nógvan streym at tað svarar til nýtsluna hjá øllum sethúsum í Føroyum, og tað svarar til eini 26 prosent av allari streymnýtsluni í landinum.
Væntandi verða vindmyllurnar settar upp longu í heyst og tær verða settar til í november.
Stjórin í Effo, Janus Thomsen sigur, at Effo er eitt orkufelag, sum hevur til endamáls at føra Føroyar fram á grøni leiðini, og sostatt at minka um útlátið av veðurlagsgassi.
Vindrøkt vóru teir fyrstu at seta vindmyllur upp í Føroyum á vinnuligum grundarlagi og tær fyrstu myllurnar vórðu settar upp í 2003.
Vindmylluverkið á Mýrunum í Vestmanna, ger streym, sum svarar til nýtsluna hjá umleið 1.250 sethúsum.
Effo hevur sín upprunað frá Trappubrøðrunum, ið fingu umboð uppá Det Danske Petroleums Aktieselskab, D.D.P.A, í 1918.
Oljufelagið kom á føroyskar hendur í 2007, tá felagið varð keypt frá Statoil og sostatt eru tað føroyingar, ið eiga 100% av felagnum í dag. Men í 2009 fekk tað navnið Effo sipar til heitið, Føroya Orkufelag. Tað eru Effo og Røkt sum eiga hvør síni 50 prosent av Vindrøkt.