Í morgin, leygarmorgunin, klokkan 10, verður stórur loppumarknaður í MBF húsinum við Íslandsvegin í Havn. Tað er Heilafelagið, sum skipar fyri og er veðrið til vildar, verður marknaðurin uttandura, annars verður farið undir tak.
Penngurin, sum kemur inn, fer til ymiskt virksemi hjá Heilafelagnum.
Tey í Heilafelagnum siga, at talan er um ein stóran og fjølbroyttan loppumarknað, har tað av álvara ber til at gera kvettið.










