Kunnu gera arbeiðið 30% bíligari enn Landsverk kann

Politikarar skuldu sett seg inn í viðurskiftini, áðrenn teir fara at gita

Tað er ikki rætt, at tað er nógv bíligari hjá Landsverki at bora tunlar enn tað er hjá privatum entreprenørum. Tað staðfestir Føroya Handverksmeistsarafelag í dag.  Hesa seinastu tíðina hava fleiri politikarar ført fram, at tað er nógv bíligari at lata Landsverk bora tunlar enn tað er at bjóða arbeiðini út og lata privatar entreprenørar gera teir. Ein orsøk er, at Landsverk skal ikki hava nakað avkast.

 

Handverksmeistarafelag sigur, at hetta er langt frá veruleikanum. Føroya Handverksmeistarafelag skilir væl, at politikarar eru ørkymlaðir um, at prísir fara upp, sigur felagið á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Men ístaðin fyri at finna uppá ymsar forkláringar, eiga politikarar heldur at seta seg inní viðurskiftini, siga hondverksmeistararnir.

 

Tey vísa á, at stjórin á Landsverk hevur fyrr sagt at Dalstunnilin kostar umleið 40.000 krónur fyri meturin. Men hondverksmeistarnir staðfesta, at Hetta er bara fyri at bora sjálvan tunnilin. Men teir siga, at hjá privatum entreprenørum er tað eini 30 prosent bíligari enn tað at bora tunlar - íroknað avkast.

 

Føroya Handverksmeistarafelag hevur fleiri ferðir áður víst á, at samanberingarnar eru á skeivum grundarlagið. Tá ið ein privat fyritøka roknar kostnaðin út fyri eitt arbeiði, verður alt tikið við, eisini avskrivingar og umsiting. Tað ber ikki til at ein kostprís hjá landinum við ein søluprís hjá einari privatari fyritøku, siga hondverksmeistararnir og verður alt tikið við, eru privatu entreprenørarnir munandi bíligari.

 

Samstundis hava politikarar verið rættiliga atfinningarsamir ímóti Landsverki. Men hondverksmeistararnir siga, at heldur enn at leggja eftir Landsverki fyri príshækkingar, sum tey onga ávirkan hava á, eigur politski myndugleikin at styrkja stovnin. Í arbeiðnum at byggja okkara samfelagið út, er tað avgerandi at hava góðar førleikar sum byggiharri, sigur Føroya Handverksmeistarafelag.