Um vøksturin í fólkatalinum heldur fram, kunnu Føroyar fara upp um 51.000 fólk á ólavsøku.
Nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísir, at 1. mars var fólkatalið í Føroyum 50.750. Seinasta árið er fólkatalið vaksið við 760 fólkum.
– Um gongdin teir næstu 3-4 mánaðirnar verður nøkulunda sum í fjør, kann fólkatalið vaksa við gott 400 fólkum frá mars til juli, so at vit kunnu fara upp um 51.000 longu á Ólavsøku, skrivar Hagstovan.
Fólkavøksturin kemur av bæði nettotilflyting og burðaravlopi.