Arbeiðið at byggja eitt nýtt havrannsóknarskip kann byrja longu í heyst. Men tað er nógv, sum talar ímóti at lata tað verða rikið á privatum hondum.
Tað sigur Fiskimálaráðið við Fíggjarnevndini hjá løgtinginum í sambandi við, at fíggjarlógin fyri í ár er til viðgerðar.
Fiskimálaráðið sigur, at fyribils eru 3,6 milliónir krónur brúktar til nýggja havrannsóknarskipið.
Hetta er peningur, sum MEST hevur fingið fyri at projektera skipið, men har manglar 1,6 millión í at gjalda fyri projekteringina.
Annars eru 21,4 milliónir støðlaðar til at byggja skipið fyri.
- Útbjóðingartilfarið er liðugt í apríl og síðani verður arbeiðið at byggja skipið, bjóðað út. So kunnu samráðingar verða við skipasmiðurnar sum bjóðað og sjálvt arbeiðið kann so byrja í heyst.
Onkuntíð hevur verið frammi um at tað nýggja havrannsóknarskipið skal rekast á privatum hondum.
Fiskimannafelagið sigur, at tað letur seg gera, men at Havstovan mælir frá tí.
- Hetta verður oftast gjørt í londum har fleiri granskingarstovnar eru felags um at brúka eitt skip.
Vansin við at reka skipið privat, er, at tað verður helst ikki bíligari at reka, tí fleiri av fólkunum hava fleiri uppgávur afturat skiparakstrinum.
Harafturat er vandi fyri, at tað verður óliðiligari at hava við at gera, tí Havstovan missir ræðisrættin á skipinum og missir samstundis ávirkan á at arbeiðið at gera ábøtur á skipið.
Ein annar vansi er, at privata vinnan er ikki servand í at handfara rannsóknarútgerð, sigur Fskimálaráðið.
Myndin er av havrannsóknarskipinu, vit nú hava, Magnusi Heinasyni, sum leingi hevur verið uppslitin og ótíðarhóskandi.