Kunnu fáa triðja prikið í oktober

Talan verður í høvuðsheitum um somu fólk, sum av fyrstan tíð fingu tilboð um koronu-koppseting, sum nú aftur verða tey fyrstu at fáa triðja prikið.

 

 

 

 

Í løtuni eru 125 fólk aktivt smittað við koronu í Grønlandi. Tað er eitt lítið sindur meira enn tey aktivt smittaðu í Føroyum, sum í løtuni eru 109.

 

Í Føroyum er tað serliga í Sandoynni, at smittan í hesi vikuni hevur spjatt seg, og bæði barnaskúlin á Sandi og Meginskúln Inni í Dal eru stongdir. 

 

Sermitsiaq veit í dag at siga, at heilsumyndugleikarnir í løtuni arbeiða við at bjóða fólki á ellisheimum og fólki við niðursettari verjuskipan triðja prikið nú í oktober.

 

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, hevur áður sagt, at heilsumyndugleikarnir ætla at bjóða fólki, sum eru serliga sárbar móti covid-19, eina koppseting aftrat.

 

Hann hevur víst á, at eitt triðja prik hevði økt mótstøðuførið hjá hesum fólkum.

 

Ein ætlan er løgd, sum sigur, hvør í fyrsta umfari skal fáa høvi at fáa triðja prikið, og sambært ætlanini fara heilsumyndugleikarnir at seta seg í samband við hesi fólkini.

 

Ætlanin er nevniliga, at samstundis, sum fólk við veikari verjuskipan skulu fáa triðja prikið móti koronu, skulu tey eisini fáa høvi at lata seg koppseta móti krímsjúku.

 

- Hetta eru í høvuðsheitum somu fólk, sum av fyrstan tíð fingu tilboð um koronu-koppseting, sum nú aftur verða tey fyrstu at fáa triðja prikið, verður sagt í Grønlandi.

 

Í Danmark hevur kjak verið um at bjóða øllum, sum eru 65 ár og eldri, triðja prikið, men endalig støða er ikki tikin til, um tað verður neyðugt.