Kunnu verða sjúk av at eta hesi kipsini

Tað skal lítið til áðrenn tað kann verða óbehagiligt

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi at kipsi, sum fólk kunnu verða sjúk av at eta. Talan er um vistfrøðilig Tortilla kips frá Santa Maria, sum ávarað verður ímóti. Heilt ítøkiliga er talan um Santa Maria Tortilla Chips Organic, 125 gramm – saltaði, og sum eru best fyri 27.07. 2022

 

Orsøk til ávaringina er, at vandi er fyrim at kipsini eru dálkað við atropin og scopolamin í vøruni. Atropin og scopolamin eru evni, ið finnast í plantum, ið vanliga vaksa ímillum maisplantur. Tá ið tær verða heystaðar kunnu fræ við hesum kemisku evnum, av misgávum, verða blandað uppí maisið til Tortilla kips.

 

Tey, sum eta kips við hesum evnum í kunnu fáa ymsik sjúkutekin, eitt nú kann tað ganga út yvir sjónina, hjartarútmuna, og fólk kunnu verða turr í munninum. Tey, sum fáa hesi sjúkutekin, eiga at fara til lækna, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

 

Matvørueftirlitið í Danmark metir, at vaksin tola í mesta lagi at eta 22 gramm av dálkaðum kipsi og børn tola bara at eta átta gramm, áðrenn tey fáa sjúkutekin.

 

Tí verur mælt til at tveita kipsini burtur, ella at lata tær aftur í handilin, haðani tær eru keyptar.