? á hvønn hátt og hvat krevst? Professari í altjóðarætti og ríkisrætti, Ole Spierman, leggur fram løgfrøðiligt upprit um Føroya rættarligu støðu mótvegis ES, EFTA og EBS og ger sínar metingar um, hvørjir møguleikar eru og hvat krevst, skulu Føroyar søkja um limaskap í einum av hesum skipanum í Miðlahúsinum í Vágsbotni í annaðkvøld klokkan 19 Norðuratlantsbólkurin sigur í tíðindaskrivi, at »Onkur tosar í eystur um ES limaskap og tey sonevndu ?fýra frælsini?. Ein annar svarar í vestur um EFTA-limaskap. Ein triði tosar um eina EBS-skipan, sum Noreg, Ísland og Liechtenstein hava við ES, har tey eru partur av teimum fýra frælsunum, uttan at verða limir í ES.«
Boðini eru mong, men ber tað til hjá Føroyum at velja millum hesar møguleikar í núverandi ríkisrættarligu støðu? Hvat krevst, um føroyingar skulu royna aðra ella hina leiðina?
Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur sett sær fyri at lýsa og greina nakrar av teimum mongu og fløktu spurningunum, ið hava týdning fyri altjóða samstarv Føroya mótvegis evropeisku skipanunum.
Norðuratlantsbólkurin hevur biðið um eitt upprit um hesar spurningar frá danska professaranum í atjóðarætti og ríkisrætti, Ole Spierman, sum er handað bólkinum. Á kjakfundi í Miðlahúsinum fer Ole Spierman at leggja fram sínar metingar og niðurstøður og at svara spurningum.
Jógvan Mørkøre og Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingar, ið bæði hava skrivað ritgerðir um og granskað í evropeisku skipanunum, fara at leggja fyri við viðmerkingum og útgreinandi spurningum, sigur Norðuratlantsbólkurin.