Kunnu fáa tvey sløg av kommunum

Avbjóðingarnar í fiskivinnuni kunnu elva til, at vit fáa A-kommunur og B-kommunur, heldur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum Á landsfundi Sjálvstýrisfloksins í gjár segði Kári P. Højgaard, formaður, at verður afturgongd í fiskivinnuni, er stórur vandi fyri, at vit fáa A- og B-kommunur í Føroyum, tí fleiri av økjunum eru so nógv tengd at fiskivinnuni, at talan tá kann gerast um stóra afturgongd.

-Avbjóðingarnar í fiskivinnuni kunnu gerast ein trupulleiki, sum aftur kann ávirka inntøkumøguleikarnar hjá kommununum. Í fyrsta umfari verður talan um skipini og síðani flakavirkini og teir ringvirkningar, sum kunnu koma, segði formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum á landsfundinum, sum var í Klaksvík.

Hann legði afturat, at um illa vil til, kunnu vit vænta at síggja nakrar A-kommunur við tryggum arbeiðsplássum, har nógv fólk hava støðugar inntøkur, og so B-kommunur við ótryggum arbeiðsplássum og hartil óstøðugari og lægri inntøkum.